Innanlands

Tvey av trimum hjá Framsókn ímóti - Erling atkvøddi blankt

Liljan Weihe atkvøddi sum væntað ímóti Suðuroyartunlinum, men tað gjørdu Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson eisini. Í Javnaðarflokkinum er ávís misnøgd, og spurningurin er, um hetta fer at merkjast mikudagin

Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson stuðlaðu ikki uppskotinu hjá samgonugleiðaranum um projektring og útbjóðing av Suðuroyartunlinum. Hetta kann ávirka stevið (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson stuðlaðu ikki uppskotinu hjá samgonugleiðaranum um projektring og útbjóðing av Suðuroyartunlinum. Hetta kann ávirka stevið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-23 21:59 Author image
Agnar Prestá

23 atkvøður fyri, sjey ímóti og ein blonk.

Soleiðis fullu atkvøðurnar, tá onnur viðgerð í málinum um projektering og útboðan av Suðuroyartunlinum var fyri seinnapartin og í kvøld.

Sí eisini: Suðuroyartunnilin samtyktur við stórum meiriluta

Talan er ikki beinleiðis um eitt samgongumál, men kortini var tað merkisvert, at fýra av teimum átta tinglimunum, sum ikki atkvøddu fyri, eru samgongulimir.

Støðan hjá Liljuni Weihe var greið áðrenn, og floksfelagin í Tjóðveldi, Erling Eidesgaard atkvøddu blankt: Hann vísti drúgva undir orðaskiftinum ónøgd við handfaringina av máinum og linjuføringini - men hann er eisini suðuroyingur.

[object Object]
Erling Eidesgaard stóð ikki saman við samgonguni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Øll í Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri, og tað man smakka serliga illa í flokkinum, at tvey av trimum í Framsókn atkvøddi ímoti máinum hjá løgmanni - hetta bert nakrar tímar efrir at níggju Javnaðarfólk stóðu saman um pensjónsmálið.

Hjá summum var tað við ringum tannabiti. Og sum tað stóð greitt, at Bjarni K. Petersen og Karlot Hergeirsson fóru at atkvøða ímóti, fór tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum á fund. Hetta var móti endanum av tingfundinum, og eitt ávist misljóð var at merkja.

- Tað stendur fólki fritt, men eg var heldur bilsin, staðfestir Eyðgunn Samuelsen, fíggjarnevndaforkvinna (C)

Hoyr eisini: - Stóri meirlutin kom ikki óvæntað

- Hetta er ikki eitt samgongumál, staðfesti Karlot Hergeirsson fyri FM1 fyrr í dag.

Ingilín Didriksen Strøm var ikki í tingsalinum til atkvøðugrieðsluna, tá Hanna Jensen sum einasta Framsóknarfólki atkvøddi fyri.

Hvørt kurilin á tráðnum gerst til ein størri trupulleika fyri samgonuguna og stóru málini, fáa vit at síggja mikudagin, tá triðja viðgerð av nógv málunum kemur fyri.

[object Object]
Javnaðarflokkurin stóð saman um bæði stóru málini við aðru viðgerð, meðan tað sær eitt sindur øðrvísi út hjá Tjóðveldi og Framsókn. Spurningurin er, um tað skal meklast eitt sindur í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Les eisini: Samgongan hevur ikki veljararnar aftan fyri seg

Soleiðis varð atkvøtt:

[object Object]

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald