Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hava gjørt semju við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna um nýggjan sáttmála fyri handverkarar.
Hesum boðar Vinnuhúsið frá á heimasíðu sínari í dag.
Talan er um tvey ára-sáttmála, sum skjótt kemur í gildi. Avtalan er grundað á nógv umrøda karmin, sum varð ásettur 1. mai í ár.
Við nýggju semjuni hækkar lønin við 2,58 prosentum 1. oktober 2026 og síðani við 4,00 prosentum 1. oktober 2027.
Harumframt eru ymiskar aðrar broytingar gjørdar í sáttmálanum.
Við semjuni er sáttmálin við handverkarafeløgini komin upp á sama støði sum aðrar semjur, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í verandi sáttmálarundu, skrivar industry.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald