2025-06-26 15:12

Í gjár komu tvær fráboðanir frá útróðrarbátum, sum høvdu tørv á hjálp, skrivar Vørn.
Fyrra fráboðanin kom klokkan eitt mikunáttina frá einum báti, sum var uppsteðgaður á Mýlingsgrunninum.
Rescue Vón varð sendur at sleipa, og komu bátarnir á Eiði tíðliga mikumorgunin.
Beint eftir klokkan hálvgum átta um morgunin kom ein fráboðan frá einum útróðrarbáti, sum var staddur vestanfyri Mykines.
Tjaldrið kom á Toftir við bátinum í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald