Innanlands

Tveir ungir menn í varðhaldi fyri bilstuldur í nátt

Stórir trupulleikar í býnum í gjár av bilum, sum stóðu parkeraðir, sum best ber til

2023-07-29 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir mans vórðu í nátt settir í varðhald eftir at teir høvdu stolið ein bil í Havn.

Tað var um midnáttarleitið, at ansað varð eftir, at ein bilur var stolin í eysturbýnum í Havn. Bilurin hevði rent á eitt vegaskelti, og var síðan sæddur koyrandi út úr býnum.

Men seinni á náttini varð bilurin funnin aftur í Havn, og tveir ungir menn fyrst í tjúguárunum – báðir ávirkaðir – vórðu handtiknir og settir í varðhald.

Menninir skulu avhoyrast í dag, og fleiri kanningar skulu gerast. Teir verða væntandi skuldsettir fyri stuldur, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Fyrra náttin á ólavsøku var annars lutfalsliga friðarlig hjá løgregluni, burtursæð frá tí einu støðuni, tá maður var dottin á sjógv.

Les: Rópti neyðarróp – maður dottin á sjógv í nátt

Parkerings-ruðulleiki

Størsti ampin í gjár vísti seg annars at vera bilar, sum stóðu ólógliga parkeraðir.

Høvuðsstaðurin er – sum kunnugt – als ikki gearaður til at taka ímóti øllum akførunum, sum leita sær til Havnar til tjóðarhátíðina. Í neyðini verða akførini sett frá sær sum best ber til so nær miðbýnum, sum sleppast kann framat.

Hetta elvir til nógvar truplar og eisini vandamiklar støður, har løgreglan verður fráboðað, so tey kunnu seta seg í sambandi við eigararnar av bilunum fyri á tann hátt fáa teir fluttar.

- Hetta høvdu vit nakað av arbeiði av í gjár, staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Annars hevur løgreglan havt eina friðarliga nátt. Ongin harðskapstilburður varð fráboðaður støðini í morgun.

Samarittarnir hjá Reyða Krossi gjørdu enn einaferð eitt stórt arbeiði við at taka sær av fólki, sum vóru komin illa fyri í býnum, antin tí at tey høvdu fingið ov nógv at drekka, ella tí at tey vóru dottin og/ella komin til skaða av øðrum ávum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder