Uttanlands

Tveir ungir mans fingu treytaðan dóm fyri at deila sjónband av drápinum í Marokko

Talan var um yvirgangsálop av IS-viðhaldsmonnum, ið filmaðu dupultdrápið

Sjónband av drápinum á 28-ára gomlu Maren Ueland og 24-ára gomlu Louisa Vesterager Jespersen varð eisini deilt í Danmark

Sjónband av drápinum á 28-ára gomlu Maren Ueland og 24-ára gomlu Louisa Vesterager Jespersen varð eisini deilt í Danmark

2019-07-19 18:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun varð greitt, at tríggir mans fingu deyðadóm fyri at hava dripið donsku Louisa Vesterager Jespersen og norsku Maren Ueland í fjøllunum í Marokko í desember. Tveir av teimum myrdu kvinnurnar við knívi - ein tók drápini upp. Langa rættarmálið er sostatt av, og útyvir teir tríggjar fekk ein maður lívslanga fongulsrevsing fyri at hava verið við í ætlanunum. Menninir eru viðhaldsmenn av Islamiskum Stati og arbeiddu sum ein lítil IS-bólkur.

20 aðrir mans fingu ímillum 5 og 30 ár. Hetta var fyri tað mesta orsakað av, at teir hava verið við at deilt eitt sjónband á netinum av ógvusligu morðunum, sum teir tríggir drápsmenninir upptóku. 

Les eisini: Marokko: Fingu deyðadóm fyri dráp á norðurlendsku kvinnurnar

Tað er tó ikki bert í Marokko, at dómur er sagdur viðvíkjandi hesum drápsmálinum. Sjónbandið av drápinum varð eisini deilt í Danmark, og ein 16-ára gamal og ein 17-ára gamal drongur eru dømdir í rættinum í Esbjerg fyri at hava deilt sjónbandið á Messenger.

Syd- og Sønderjyllands Politi upplýsir, at báðir fingu tríggjar mánaðir treytaða fongsulsrevsing. Tann 17-ára gamli skal útinna 80 tímar av samfelagstænastu, og tann 16-ára skal til "eftirsýn" hjá sosialu mynduleikunum - sálarfrøðilig viðgerð kann eisini gerast eitt krav. Um teir ikki gera hetta, skulu teir inn at sita.

Í mai varð ein 29-ára gomul kvinna í Næstved fyri tað sama, og hon fekk júst sama dóm, sum tann 17-ára gamli í Esbjerg. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder