Innanlands

Tveir tiknir í ferðsluni í gjár

Eisini varð boðað frá olju á vegnum í Syðrugøtu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-01 08:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni. Tó vórðu tvey mál skrásett um brot á ferðslulógina.

Norðanfyri var ein ungur prutlførari tikin fyri at koyra á prutli uttan førararætt. Viðkomandi hevði aldur at koyra prutl men hevði ikki tikið koyrikort til tað, og tí varð eigarin av prutlinum eisini skuldsettur.

Í høvuðsstaðnum varð ein bilførari tikin fyri at koyra fram við reyðum ljósi, og fekk hann eina bót.

Fyrrapartin í gjár varð eisini boðað frá olju á vegnum í Syðrugøtu, og varð sløkkiliðið boðsent at reinsa vegin. Mann fann tó ikki útav, hvaðani oljan stavaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder