Innanlands

Tveir smittutilburðir staðfestir í gjár

Í báðum førum er talan um persón, ið kom til Føroya úr øðrum londum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-10-18 14:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í báðum førum er talan um persón, ið kom til Føroyar úr øðrum londum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 818 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 145.700 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 485 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 472 persónar eru staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 13 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. 64 eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder