Uttanlands

Tveir russiskir hermenn dømdir fyri krígsbrotsverk

Hetta er annar dómurin av hesum slag, ið er sagdur í Ukraina síðan innrásina

Býurin Kharkiv varð hart raktur av russiskum bumbingum teir fyrstu dagarnar av innrásini (Mynd: EPA)

Býurin Kharkiv varð hart raktur av russiskum bumbingum teir fyrstu dagarnar av innrásini (Mynd: EPA)

2022-05-31 12:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir russiskir hermenn, sum skutu inn í Ukraina frá russiskari jørð, men vórðu handtiknir, tá teir komu inn í landið og hildu fram við at skjóta, eru við ein ukreinskan dómstól í dag dømdir 11 ár og seks mánaðir í fongsul hvør.

Teir viðgingu seg báðir sekar í at hava skotið granatir móti ukrainskum bygdum í eystara parti av Ukraina.

Hetta er annar dómurin fyri krígsbrotsverk, sum er sagdur í ukrainskum dómstóli, síðan Russland gjørdi innrás í landinum 24. februar.

Hermenninir Aleksander Bobikin og Aleksander Ivanov, sótu handan skottrygt glas tá dómurin varð sagdur.

Báðir hermenninir hava viðgingið, at teir vóru partur av eini herdeild, sum skjeyt eftir máli í Kharkiv-landslutinum teir fyrstu dagarnar av krígnum í Ukraina. Granatirnar vórðu skotnar frá Belgorod-landslutinum í Russlandi.

Sambært ákærunum varð ein skúli í býnum Derhachi oyðilagdur. Men tað vóru ongar fráboðanir um, at nakar doyði.

Hermenninir vórðu tiknir tá teir komu um markið inn í Ukraina og hildu fram við at skjóta.

Ákærumyndugleikin kravdi 12 ára fongsul til hvønn. Verjin mælti til mildari dóm, tá hermenninir hava gjørt eftir boðum, og at teir hava angrað sínar gerðir.

Fyri átta døgum síðan fall fyrsti dómurin móti russiskum hermanni fyri krígsbrotsverk eftir innrásina 24. februar.

21 ára gamli russin, Vadim Sjisjimarin, var dømdur fyri at hava dripið ein 62 ára gamlan ukraina. Tað hendi í bygdini Tsjupakhivka 28. februar, tá Sjisjimarin, sum sat í einum bili, fekk boð um at skjóta eftir 62 ára gamla manninum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder