Uttanlands

Tveir persónar skuldsettir fyri drápsroynd eftir kníválop í Onglandi

11 persónar endaðu á sjúkrahúsi eftir eitt kníválop umborð á einum toki, sum var ávegis til London í gjárkvøldið

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2025-11-02 11:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir menn 30unum eru sskuldsettir fyri drápsroynd í sambandi við eitt kníválop á einum toki í Onglandi leygarkvøldið, upplýsti bretska løgreglan á tíðindafundi fyrrapartin.

Talan er um ein 32 ára gamlan bretskan ríkisborgara og ein 35 ára gamal bretskur ríkisborgari við karibiskum uppruna. Báðir eru føddir í Stórabretlandi, skrivar Ritzau.

Einki bendir á, at talan var um yvirgang, sigur løgreglan, sum tó enn einki kann siga um, hvat motivið kann vera.

Tíggju persónar vórðu fluttir á sjúkrahús við skaða eftir álopið, meðan ein annar persónur sjálvur møtti upp á sjúkrahúsinum við skaða. Eingin hevur latið lív, men hjá tveimum er støðan hættislig.

Tokið var ávegis úr Doncaster til King's Cross tokstøðina í London, tá álopið varð framt.

Løgreglan syrgdi fyri, at tokið varðs teðgað í Huntingdon nærindis Cambridge. Tokið skuldi annars ikki steðga í býnum. Teir báðir, sum eru skuldsettir, vórðu handtiknir, tá løgreglan kom umborð á tolið.

Dagførd kl. 11.41


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder