Innanlands

Tveir persónar afturat smittaðir – átta afturat staðfest frísk

Samlaða talið á koronatilburðum í Føroyum er nú 183, 107 eru vorðin frísk, og í løtuni er ein innlagdur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-06 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hava tilsamans 183 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna. Tveir persónar eru komnir afturat seinasta samdøgrið, upplýsir landslæknin í morgun.

Harafturat eru nú 107 staðfest frísk – átta fleiri enn í gjár. Sostatt eru 76 fólk smittað í løtuni.

Ein persónur er enn innlagdur á sjúkrahúsi í sambandi við koronasmittuni.

Hesi tølini byggja á tilsamans 4.934 kanningarúrslit.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder