Kannað verður nú, hví ein ruskbilur fór á rull á Argjum fríggjamorgunin.
Førarin segði, sambært løgregluni, at bremsurnar vóru aktiveraðar, og átti bilurin ikki at fara á rull. Tað kann vera okkurt tekniskt, sum var orsøkin, men tað skal kannast nærri.
Tað var nakað eftir klokkan sjey í gjáramorgunin, at ein av nýggju el-ruskbilunum hjá Tórshavnar kommunu fór á rull á Rosságøtu á Argjum og endaði í einum túni. Eingin fólkaskaði var.
Sí eisini: Ruskbilur fór á rull og endaði í einum túni
Seinnapartin í gjár vóru eisini tvey onnur ferðsluóhapp.
Tað fyrra var í Hvannasundi, har ein bilur varð árendur, eftir at hann hevði bremsað fyri øðrum bili. Eingin fólkaskaði stóðst av hesum.
Seinna óhappið var á keiini í Havn, har tveir bilar rendu saman. Tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald