placeholder
Innanlands

Tveir menn varðhaldsfongslaðir fyri at smugla og selja rúsevni

Ein maður í 30’unum varð tikin tá hann kom í land av Norrønu, og ein annar er tikin fyri at hava smuglað og selt eina størri nøgd av rúsevnum í Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-22 11:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder
Ein ungur maður er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava smuglað og selt eina størri nøgd av rúsevni.

Tað skrivar løgreglan í stuttari fráboðan á Facebook fyrrapartin.

Løgreglan sigur, at tey kanna málið og hava tí ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.

Eisini verður boðað frá, at ein maður í 30’unum seinast í september varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava smuglað meira enn 5 kilo av hashi til Føroya. Rúsevnini vórðu funnin av tollvaldinum tá maðurin kom í land av Norrønu.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder