2025-10-31 08:17
            
        
         
                
            Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Sandoynni, og í hesum sambandi vórðu fýra mál skrivað.
Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Mest loyvda ferðin í økinum var 50 kilometrar um tíman, men hesir báðir koyrdu 77 kilometrar um tíman.
Eisini fingu tveir persónar, sum koyrdu á ATV bót fyri ikki at brúka hjálm, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald