Innanlands

Tveir koyrdu ávirkaðir í morgun

Tveir bilførarar í høvuðsstaðnum eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-22 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttin hevur sum heild verið friðarlig, men tíðliga í morgun vórðu tríggir persónar handtiknir.

Tveir vórðu handtiknir í sambandi við rúsdrekkakoyring í høvuðsstaðnum, og ein varð handtikin í sambandi við ófriði í miðbýnum.

Ein bilførari varð tikin stutt fyri klokkan fimm, og ein varð tikin ein tíma seinni. Teir vórðu handtiknir, blóðroynd varð tikin, og eru teir skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.

Nakað eftir klokkan átta í morgun varð boðað frá ófriði í miðbýnum.

Talan var um eina illstøðu millum tveir persónar, og endaði tað við, at løgreglan tók tann eina við sær á støðina. Helst fær hann eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder