2026-01-24 12:00
Í nátt hevur lítið av fólki verið í býnum, og hevur sum heild verið rættiliga friðarligt.
Tó hevur løgreglan steðgað fleiri bilum í nátt, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Bilførararnir vórðu steðgaðir í Suðurstreymoy, og eru báðir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald