Innanlands

Tveir dagar á rað uttan koronutilburð

1.277 kanningar vórðu gjørdar í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-06-24 23:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv bendir á, at tamarhald er á koronu í Føroyum. Av teimum 1.277 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, var eingin positiv, vísa tølini hjá heilsumyndugleikunum.

Ein varð staðfestur frískur í gjár, og talið á smittaðum í løtuni er nú komið niður á 12. Tá tað vóru mest í hesari fimtu bylgjuni av koronu í Føroyum, var talið 49 fólk.

49 fólk standa at vera í sóttarhaldi meðan tvey fólk eru innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum í sambandi við koronu. Hesi tvey fólkini eru sjófólk á russiska trolaranum Kareliu, sum liggur á Runavík, og har 32 persónar umborð fingu staðfest koronu fyrr í vikuni.

Teir 32 tilburðirnir telja ikki við í føroysku tølunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder