Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið tveir bilførarar í høvuðsstaðarøkinum, sum ikki høvdu loyvi at koyra. Ein, tí hann var ávirkaður, og ein, tí hann ikki hevði koyrikort.
Um klokkan hálvgum tólv í gjár steðgaði løgreglan einum bili á Hvítanesi, har illgruni var um, at førarin koyrdi ávirkaður av rúsevnum. Viðkomandi varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Klokkan fýra í morgun kom løgreglan fram á ein bil í vesturbýnum í Havn, sum løgreglan visti, at eigarin ikki hevði koyrikort til. Hann hevði nevniliga mist koyrikortið herfyri, og er hann sostatt skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Annars hava jólini higartil verið rættiliga friðarlig hjá løgregluni, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald