2025-12-19 08:29
Tveir bilførarar, sum freistaðust til at trýsta heldur hart á spitaran, tá teir koyrdu gjøgnum Kambsdal í gjárkvøldið, sleppa ikki at koyra aftur fyribils.
Um 21 tíðina kundi løgreglan staðfesta, at ein bilur koyrdi við eini ferð á minst 133 kilometrar um tíman.
Og bert ein hálvan tíma seinni kom ein annar bilur, sum helt eina ferð á minst 123 kilometrar um tíman.
Í báðum førum varð førararætturin tikin frá bilførarunum á staðnum, sendast máttu boð eftir øðrum at koyra bilarnar heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald