Innanlands

Tveir bilar rendu saman

Um middagsleitið var eitt ferðsluóhapp við R.C. Effersøes gøtu – Nakað av materiellum skaða var, men eingin fólkaskaði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-21 14:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um middagsleitið var eitt ferðsluóhapp við R.C. Effersøes gøtu í Havn, har tveir bilar rendu saman.

Ein bilur, sum kom koyrandi eftir Gundadalsvegnum koyrdi út fyri hin bilin, sum kom koyrandi eftir R.C. Effersøes gøtu, og tann fyrri bilførarin er skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, men har var nakað av materiellum skaða.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder