
Tíðliga í morgun boðaði Strandferðslan frá, at avlýsingar kunnu væntast á Suðuroyarleiðini í morgin, hósdagin 18. september.
Nú seinnapartin er staðfest, at tvær av teimum fýra ætlaðu fráferðunum - tvær tær fyrstu - verða av ongum.
Hetta er vegna veðurforsøgnina og standin hjá Galaxy, í mun til hana:
- Fyri veður verða fráferðirnar á leið 7 kl. 6:00 av Krambatanga og kl. 11:30 av Havnini avlýstar, hósdag 18. septembur. Nærri kunning um siglingina restina av hósdegnum verður fráboðað í morgin.
Hetta skrivar ssl.fo.
Sambært ferðaætlanini í løtuni verður fyrsti túrurin í morgin ístaðin av Krambatanga klokkan 15.30. Galaxy stendur eisini enn at sigla av Havnini klokkan 19.00.
Vit skrivaðu soleiðis um støðuna fyrr í dag:
Galaxy og siglingin um Suðuroyarfjørð hava skapt øsing og órógv hjá serliga suðuroyingum í seinastuni.
Suðuroyingar kenna seg - av røttum - við sviðið soð - nú ferðasambandi er, sum tað er, meðan Smyril er í dokk.
Spurningar hava verið um trygduna. Millum annað kundi Kringvarpið í gjár vísa á, at Galaxy hevur siglt ólógliga onkran túrin: Við hekkuportrinum opnum. Strandferðslan hevur, útfrá upplýsingum frá manningini á túrinum 1. september, víst hesum aftur.
Avloysaraskipið siglir færr túrar, enn Smyril vanliga ger, og fyrr í mánaðinum hevur siglingin verið nakað óstøðu. Nakrir túrar vórðu fluttir ella avlýsir vegna veður.
Galaxy kann ikki sigla í ávísum veðurumstøðum, og vegna "vána veðurforsøgn" í morgin kann roknast við, at engin sigling verður á leið 7 hósdag 18. septembur.
Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari í morgun.
Harvið noyðast nógv fólk helst at finna aðrar loysnir, um tey skulu úr Suðuroynni ella til har frá í kvøld og eitt stórt samdøgur fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald