Uttanlands

Tvær ógvusligar spreingingar í Malmö í nátt

Ongin kom til skaða av spreingingunum hesaferð

(Mynd: Sydsvenskan)

(Mynd: Sydsvenskan)

2018-12-17 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenski býurin Malmö skakaðist í gjárkvøldið og aftur tíðliga í morgum av tveimum sterkum spreingingum. Ongin er komin til skaða, upplýsir løgreglan fyri Sydsvenskan.

Fyrra spreingingin hendi á Censorgatan, har inngongdin til ein bygning í fleiri hæddum oyðilegðist.

Løgreglan fekk fráboðanina um hálvgun tíggju tíðina. Vitni greiða frá, at spreingingin kundi hoyrast fleiri kilometrar burtur.

Seinna spreingin hendi í eini trappuuppgongd í Rosengården býarpartinum beint fyri klokkan trý í nátt. Sambært løgregluni er ein hurð skrædd úr hongslunum, skrivar Sydsvenskan.

Farna vikuskkfti vóru eisini tvær spreingingar við stuttum millumbilum. í íbúðaøkjum í Malmö. Tann fyrra hendi um hálvgun fimm tíðina sunnunátt. Løgreglan fann ein ungan mann, sum hevði fingið skaða. Hann er undir illgruna fyri at hava havt okkurt við spreingingina at gera.

20 minuttir seinni var ein onnur spreinging í einum íbúðarøki í Norrbäckgatan, nakrar fáar kilometrar frá teirri fyrru. Her kom eingin til skaða, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder