Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um innbrot í ávikavist Gamla Bókhandli og Hotel Tórshavn í Havn.
Vakmyndatól vóru á tí eina staðnum, og varð skjótt staðfest, hvørjir innbrotsfólkini vóru.
Talan var um ein mann og eina kvinnu, sum bæði vórðu handtikin. Maðurin er framvegis í varðhaldi hjá løgregluni, og ætlanin er at framstilla hann í rættinum seinni í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Orsøkin er, sum skilst, at hetta ikki er fyrsta innbrot hansara.
Brotið varð inn fríggjanáttina, men innbrotini í Gamla Bókhandli og Hotel Tórshavn vórðu ikki meldað fyrr enn klokkan ávikavist 11 og 16.30. Í Gamla Bókhandli varð einki stolið, men eitt sindur av peningi og rúsdrekka varð tikið frá Hotel Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald