Innanlands

Tvær fráboðanir um herverk í gjár

Onkur hevur gjørt herverk á ljósini undir Svartafossi, og eina ATV á Hjalla

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-03 08:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um herverk í høvuðsstaðarøkinum.

Um klokkan hálvgum trý seinnapartin í gjár varð boðað frá herverki á ljósini, sum eru sett upp á gøtuni undir Svartafossi, millum Svartafoss og Vegin Langa.

Talan er um eini 12 ljós, sum eru brotnað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan kannar málið og vil í hesum sambandi fegin hoyra frá fólki, sum hava hoyrt ella sæð okkurt í hesum sambandi.

Løgreglan kannar eisini eitt annað mál um herverk, sum varð fráboðað í gjár. Tað snýr seg um herverk á eina ATV á Hjalla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder