Innanlands

Tvær fráboðanir um eld í gjárkvøldið

Bæði á Eiði og í Havn varð boðað frá eldi, men eldurin hevði ikki við sær stóran skaða

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-06-16 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið fekk løgreglan tvær fráboðanir um eld.

Fyrra fráboðanin kom av Eiði um 18-tíðina, tá eldur var komin í eina bingju.

Tað vísti seg, at nakrir smádreingir høvdu sett eld á okkurt flamingo, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at eldurin ikki elvdi til nakran skaða, og verður einki endurgjaldskrav. Tó verður sosialrapport skrivað.

Seinna fráboðanin kom úr høvuðsstaðnum um 22-tíðina.

Boðað varð frá eldi í einum sprittdunki, men tað var eingin vandi á ferð.

Tá løgreglan kannaði, hvar slíkir dunkar vórðu seldir, kom hon fram til, at nakrir ungir dreingir høvdu skaffað sær fleiri slíkar dunkar.

Málið verður kannað víðari, og løgreglan hevur góðar slóðir at ganga eftir, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder