
Countryfestivalur hevur verið í Sørvági um vikuskiftið, og tað hevur sum held gingið friðarliga fyri seg, men tó vórðu nakrar bøtur skrivaðar fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Sunnunáttina vórðu tveir persónar skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar. Hetta var millum klokkan hálvgum fýra og fýra um náttina.
Tann eini varð skuldsettur fyri tilætlað at hava tveitt øl á ein annan festivalgest, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at viðkomandi var undir 18 ár, og tí varð eisini sosialrapport skrivað.
Hin persónurin varð skuldsettur fyri at vísa løgregluni longutong.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald