Uttanlands

Túsundatals fólk mótmæla í russiskum býi

Lokali guvernørurin varð handtikin fyri tveimum vikum síðani, og mótmælisfólk hava síðani kravt, at Vladimir Putin leggur frá sær

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-07-25 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tvey vikuskiftini hava fólk verið úti á gøtunum og mótmælt í russiska býnum Khabarovsk, nærindis kinesiska markinum, og hetta vikuskiftið eru fólk aftur farin út at mótmæla.

Mótmælisfólkini ilskast inná russisku stjórnina fyri at hava koyrt lokala guvernørin, Sergej Furgal, í fongsul. Tey krevja nú, at forsetin, Vladimir Putin leggur frá sær.

Fyriskiparar siga, sambært Ritzau, at 90.000 fólk eru úti á gøtunum, men embætisfólk vilja vera við, at talan bert er um 6.500. Í øllum førum er talan um eina stóra mannamúgvu.

Løgreglufólk í munnbindum eru á staðnum, men tey lata mótmælisfólkini fáa frið, hóast tað orsakað av koronasmittuni, ikki er loyvt hjá so nógvum fólkum at savnast.

50 ára gamli guvernørurin, Sergej Furgal, varð koyrdur í fongsul fyri tveimum vikum síðani, og mánadagin kom almenna fráboðanin um, at hann varð koyrdur úr embætinum.

Furgal er limur í nationalistiska flokkinum LDPR. Í 2018 varð hann valdur við stórum meiriluta, og vann hann á einum valevni, sum hevði stuðul frá stjórnarflokkinum hjá Putin.

Furgal er ákærdur í málinum um fleiri vinnulívsfólk, sum vórðu dripin í Eysturrusslandi í 2004 og 2005. Sambært ákærunum, skal hann hava lagt drápini til rættis. Verður hann funnin sekur, er hann í vanda fyri at fáa lívlanga fongsulsrevsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder