Uttanlands

Turkaland ávarar: víðkan av sjómarkinum kann byrja eitt kríggj

Grikska stjórnin hevur boðað frá, at sjómarkið verður víðka frá 11 til 22 kilometrar.

Turkiski varaforsetin Fuat Oktay. (Mynd: EPA)

Turkiski varaforsetin Fuat Oktay. (Mynd: EPA)

2020-08-29 17:54 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Turkaland ávarar um, at tað verður vandi fyri kríggj, um Grikkaland víðkar sítt sjómark. Tað skrivar Danmarks Radio.

-Um tað ikki er ein orsøk til kríggj, hvat er so? Soleiðis segði turkiski varaforsetin Fuat Oktay leygardagin.

Útsøgnin kemur, eftir at grikski forsætismálaráðharrin, Kyriakos Mitsotakis, hevur boða frá, at grikska sjómarkið verður víðka frá 11 til 22 kilometrar fram við vesturstrondini.

Mitsotakis sigur, at Grikkaland seinni møguliga ætlar, at víðka um sjómarkið aðrastaðni, eitt nú á økjum har tað er minni enn 24 sjómíl millum londini.

ES gjørdi fríggjadagin greitt, at tað er til reiðar, at fyrireika ein røð av møguligum revsitiltøkum móti Turkalandi, um stríði um sjómarkið millum Turkaland og Grikkaland ikki minkar so líðandi.

Uttanríkisstjórin í ES, Josep Borell, leggur tó dent á, at ES fyrst og fremst ynskir, at loysa ósemjuna við dialogi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder