Innanlands

Tunlarnir Norður um Fjall fylla í viðgerðini

Jákup Mikkelsen, Beinta Løwe og Steffan Klein Poulsen vilja vita hvat støðan er við gomlu tunlunum í Norðoyggjum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-03 13:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrapartin byrjaði viðgerðin av fíggjarlógini fyri 2020, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði fram í síðstu viku.

Fleiri tingfólk vildu vita hvat støðan er við tunlunum Norður um Fjall. Bæði Jákup Mikkelsen frá Fólkaflokkinum, Beinta Løwe úr Tjóðveldi, og nýggi tingmaðurin hjá Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen, spurdu um tunlarnar.

Síðstnevndi er úr økinum eystan Múla, og má sigast at brenna fyri at fáa nýggjar tunlar har norðuri. Hann segðu tað vera alneyðugt við nýggjum tunlum, tí hetta uttan iva er tað vegastrekkið í Føroyum, sum er vánaligast.

Fleiri viðmerkingar vóru til røðuna hjá Steffan Klein Poulsen. Millum annað segði Kristina Háfoss, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, at hann ikki skuldi stúra. Tunlarnir vóru í raðfestingunum fyri næstu fimm árini, og 400 milliónir vóru settar av í karmunum. Byrjast skal eftir, at tað er borað ígjøgnum í Hvalbiartunlinum, segði Kristina Háfoss, sum vónaði at núverandi samgonga fór at halda fast í hesum.

Árnafjarðartunnilin, sum knýtir Árnafjørð til Klaksvík, er frá 1965 og  Hvannasundstunnilin, sum knýtir alt økið eystan Múla, tað er Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði og aðrar smáar bygdir, til Klaksvík, bleiv liðugur í 1967.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder