Nýggja rokkfyribrygdið í Føroyum eitur Tunghoyrt. Bólkurin var fyrstur at framføra á útselda G! festivalinum í 2025, og helst ongantíð áður hava so nógv fólk verið á spæliplássinum longu kl. 17 ein hósdag á G!
Hettar boðar frá, at bólkurin, sum er mannaður við fýra nítjan ára gomlum, longu er vorðin sera væl umtóktur.
Og tað er einki at siga til, tí hettar er ein orkubumba, sum vil nakað: Trummur og bassur halda stevinum væl, ímeðan gittarin leitar fram ljóð, tú sjáldan hevur hoyrt áður, og fremstur er garrvillur, stuttligur og fangandi sangari.
Hettar er alt tú kanst ynskja tær frá einum rokkbólki, og eitt livandi prógv um at rokkurin als ikki er deyður, sum annars hevur verið at hoyrt av og á seinastu árini. Teir hava júst latið úr hondum tvey stakløg frá teirra komandi fyrstu útgávu.
G! verður dagarnar 16. til 18. juli komandi summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald