Sunnudagin var hátíðardámur í Hvalvík, tá ið Tummas Lykke Kannuberg varð skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi.
Tummas Lykke Kannuberg tekur við eftir Jákup Erlingsson Petersen, sum verður innsettur sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi komandi sunnudag.
Fullsetta trækirkjan frá 1829 var frálíki karmurin um løtuna. Katrina Svartá var deknur, Sámal Matras Kristiansen var urguleikari og Sigvald Zachariassen klokkari. Ovi Brim próstur, skipaði Tummas í embæti, skrivar Fólkakirkjan.
Aftaná gudstænastuna varð kirkjufólkið boðið til døgurða og samkomu í Missiónshúsinum í Hvalvík.
![]()
(Mynd: Jens Jákup Hansen)
Sunnudagin 2. august varð kona Tummas, Ida Lykke Kannuberg skipað í embætið sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Les eisini: Fyrstu ferð at hjún eru prestar í føroysku fólkakirkjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald