
Trygdin verður herd á ísraelskum sendistovum kring heimin.
Tað boðar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu frá eftir skottilburðin á jødiska savninum í Washington, har tvey starsvfólk á ísraelsku sendistovuni í amerikanska høvuðsstaðnum vórðu dripin.
Talan var um eina skelkandi og antisemitiska hending, sigur Netanyahu.
– Eg havi givið boð um, at trygdartiltøkini skulu herðast á ísraelskum stovnum og hjá statsumboðum kring heimin, sigur hann sambært Ritzau.
Ísraelski forsetin, Isaac Herzog skrivar á X, at hann er knústur.
– Hjørtu okkara eru við avvarðandi hjá teimum dripnu, og bønir okkara hjá teimum særdu.
Les eisini: Tvey fólk skotin við jødiska savnið í Washington
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald