Innanlands

Trygdarvarðhald og útvístur úr Føroyum

Ein maður varð í gjár dømdur fyri at hava lopið á eina kvinnu við Sandá á vári 2024

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-26 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 36 ára gamal maður varð í gjár dømdur í trygdarvarðhald fyri at hava lopið á eina kvinnu á gøtuni við Sandá 28. apríl í 2024.

Ákæruvaldið kravdi trygdarvarðhald, og at maðurin verður útvístur av landinum med alla, og ákæruvaldið fekk viðhald.

Umframt hetta er maðurin dømdur at gjalda yvir 200.000 krónur í endurgjaldi fyri tort og mista arbeiðsinnsinntøku, skrivar Kringvarpið.

Maðurin, sum er úr Póllandi, hevur noktað seg sekan, og dómurin er skotin inn fyri landsrættin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder