Uttanlands

Trygdartiltøk fyri poltikarar skulu endurskoðast

Í Stórabretlandi hevur kjak stungið seg upp um trygdina hjá teimum fólkavaldu, eftir at David Amess varð dripin fríggjadagin

Boris Johnson, forsætisráðharri, Keir Starmer, formaður í Labour, og Priti Patel, innlendismálaráðharri, luttaka í minningarhaldi fyri David Amess í Belfairs Methodist Church í Leigh (Mynd: EPA)

Boris Johnson, forsætisráðharri, Keir Starmer, formaður í Labour, og Priti Patel, innlendismálaráðharri, luttaka í minningarhaldi fyri David Amess í Belfairs Methodist Church í Leigh (Mynd: EPA)

2021-10-17 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kjalarvørrinum á drápinum á konservativa politikaranum David Amess fríggjadagin,  hevur kjak stungið seg upp um trygdina hjá politikarum í Stórabretlandi.

Bretski innlendismálaráðharrin, Priti Patel kallar drápið "eitt vitleyst álop á sjálvt fólkaræðið", og hevur hon boðað frá, at trygdartiltøkini fyri politikarar skulu endurskoðast alt fyri eitt.

M.a. eigur mann at umhugsa, hvar veljarafundir verða hildnir, og um trygdarfólk eiga at vera til staðar, sigur hon sambært Reuters.

Lindsay Hoyle, formaður í bretska Undirhúsinum, hevur eisini boðað frá, at hann ynskir at endurskoða trygdartiltøkini í bretska tinginum.

69 ára gamli David Amess varð álopin undir einum veljarafundi í kirkjuni Belfairs Methodist Church í býnum Leigh-om-Sea í Onglandi, góðir 60 kilometrar frá høvuðsstaðnum London. Amess doyði, eftir at hava verið stungin fleiri ferðir.

Stutt eftir varð ein 25 ára gamal maður, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri, handtikin á staðnum. Málið verður kannað sum yvirgangur.

Fyri fimm árum síðani varð ein annar poltikari eisini dripin. Tá var tað Jo Cox, ið umboðaði flokkin Labour, sum varð stungin niður.

Les eisini: Bretskur tjóðartingslimur dripin – Málið verður kannað sum yvirgangur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder