Innanlands

Trygd: Metgott úrslit í 2025

2025 hilnaðist sera væl, og árið var serliga merkt av lutfalsliga fáum skaðum og øktum tryggingarinntøkum. Úrslitið eftir skatt var 42 milliónir krónur., sum er tað besta í søguni hjá felagnum

Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd (Savnsmynd)

Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd (Savnsmynd)

2026-03-02 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árið 2025 hilnaðist sera væl hjá Trygd. Úrslitið eftir skatt var 42 milliónir krónur, sum er tað besta í søguni hjá Trygd.

Tað boðar Trygd frá í tíðindaskrivi í morgun.

– Í 2025 fingu vit lutfalsliga fáar skaðafráboðanir frá okkara kundum, og tað gleðast vit um, tí vit vita, hvussu óheppið tað kennist fyri tann einstaka at verða raktur av skaða – eisini hóast tryggingin dekkar. Eingin stór skaðaódn var í árinum, og tað hevði eina góða ávirkan á talið av skaðafráboðanum og á samlaðu skaðaútreiðslurnar. Ársúrslitið er søguliga gott, og tað eru vit sjálvandi sera væl nøgd við, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

Gongdin í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í virkseminum hjá Trygd. Bíðitíðin eftir umvælarum kann vera long, og skaðarnir eru vorðnir nakað dýrari at umvæla, skrivar Trygd.

92% fingu endurgjald
Hóast árið ikki var merkt av nógvum stormskaðum, boðaðu kundar kring alt landið framvegis frá skaðum av ymiskum slagi. Av øllum skaðum, ið vórðu fráboðaðir í 2025, fingu 92% endurgjald.

– Tað skal vera lætt at vera kundi í Trygd, og tí hava allir kundar hjá okkum ein persónligan tryggingarráðgeva, sum teir kunnu venda sær til. Tað skal eisini vera einfalt at fáa endurgjald fyri dekkaðar skaðar. Tí leggja vit nógva orku í at finna loysnir, sum eru góðar fyri kundan, tá ið ein skaði er fráboðaður, sigur Anna Mohr Holm.

Roknskapurin í stuttum
Avlop eftir skatt: 42 mió. kr.
Tryggingartekniskt úrslit: 46 mió. kr.
Tryggingarinntøkur: 184 mió. kr.
Skaðaendurgjøld: 91 mió. kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder