2025-08-03 09:32

Tá løgreglan var úti og kannaði ferðsluna í gjár fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tveir av bilførarunum vórðu tiknir í Søldarfirði. Tann eini fekk klipp fyri at koyra vinstrumegin eina ferðsluoyggj, og hin fyri at koyra ov skjótt - 71 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 50 kilometrar.
Triði bilførarin, sum fekk klipp í gjár varð tikin í Havn. Klippið fekk hann fyri at tosa í hondhildnari fartelefon, meðan hann koyrdi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald