Innanlands

Trý ferðafólk noktað innferð til Føroya um vikuskiftið

Talan er um ein persón úr Rumenia og eitt par úr Spania

Vága Floghavn (Savnsmynd)

Vága Floghavn (Savnsmynd)

2020-08-09 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trý ferðafólk, sum komu til Føroya umvegis Vága Floghavn um vikuskiftið hava fingið noktað innferð til Føroya.

Talan er um ein persón úr Rumenia, sum kom til Føroya fríggjadagin, og eitt par, sum kom úr Spania í gjár.

Orsøkin til, at hesi ikki sleppa inn í landið er, at tey koma úr reyðum londum, og at tey einki sonevnt viðurkenningarvert endamál hava í Føroyum. Í hesum førinum ger tað ongan mun, um fólkini kunnu vísa á eina negativa koronakanning.

Persónurin úr Rumenia varð sendur av stað aftur við flogfari sama dag, meðan parið úr Spania fer av landinum aftur nú á middegi, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder