2025-11-18 15:41
Fleiri føroyskir miðlar, harímillum Portalurin, umframt nógvar aðrar heimasíður kring heimin, vórðu seinnapartin raktar av trupulleikum, og tí bar ikki til at sleppa inn á Portalin fyrr í dag.
Orsøkin er at amerikanski veitarin Cloudflare hevði tekniskar trupulleikar, men stutt fyri klokkan 15 varð boðað frá, at trupulleikin sá út til at vera loystur.
Summi kunnu framvegis uppliva trupulleikar við skipanini, og verður framvegis hildið eyga við støðuni, skrivar Cloudflare.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald