Amerikanska forsetaflogfarið, Air Force One, mátti venda aftur til hernaðarflogvøllin Joint Base Andrews í USA eftir at manningin legði til merkis okkurt, ið verður lýst sum “ein minni tekniskur trupulleiki”.
Tað upplýsri Hvítu húsini fyri Reuters tíðindastovuni í nátt.
Amerikanski forsetin, Donald Trump var við fylgi á veg til toppfundin hjá World Economic Forum í Davos í Sveits, har amerikanska ynski um at yvirtaka Grønlandi væntandi verður eitt stórt tema.
Talskvinnan í Hvítu húsunum upplýsti fyri Reuters, at ferðafylgið hjá forsetanum ístaðin flygur til Sveits í einum øðrum flogfari.
Ætlanin er at Trump skal halda eina røðu klokkan 13.30 í dag, okkara tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald