Russiski forsetin, Vladimir Putin er til reiðar at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, men ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj er meira afturhaldin, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.
Trump sigur í samrøðu við tíðindastovuna Reuters, tá hann er spurdur, hví samráðingarnar fyri at enda kríggið í Ukraina enn ikki eru komnar á mál, at Zelenskyj er orsøkin.
Seinastu vikurnar hava samráðingarnar snúð seg um verjutrygd fyri Ukraina. Tað er tó ógreitt, um Russland fer at góðtaka verjutrygd sum ein part av einari friðaravtalu, skrivar Ritzau.
Trump varð eisini spurdur, um hann í komandi viku fer at hitta Zelenskyj í sambandi við World Economic Forum í Davos í Sveis. Til hetta svaraði hann, at hann fer at luttaka, og fer hann at hitta Zelenskyj, um hann verur til staðar.
Tá hann varð spurdur, hví hann heldur, at Zelenskyj er afturhaldin í mun til samráðingarnar um frið í Ukraina, svarar Trump:
– Eg haldi bara, at hann - tú veit - hevur trupult við at koma hartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald