Uttanlands

Trump vil hitta Putin og Zelenskyj tá friðaravtalan nærkast

Inntil tá eru tað serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff og ráðharrin fyri amerikanska herin, Daniel Driscoll, sum hitta umboð fyri Russland og Ukraina, og Witkoff hevur fingið boð um at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin í Moskva

Amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin hittust í Alaska í summar (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin hittust í Alaska í summar (Mynd: EPA)

2025-11-26 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump vil hitta forsetarnar í Ukraina og Russlandi, tá ein friðaravtala millum tey bæði londini er komin í lag, ella tá samráðingarnar nærkast endanum.

Tað skrivar Trump sjálvur á Truth Social sambært Ritzau.

Inntil tá eru tað serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff og ráðharrin fyri amerikanska herin, Daniel Driscoll, sum hitta umboð fyri Russland og Ukraina.

Witkoff hevur fingið boð um at ferðast til Moskva at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, meðan Driscoll skal fundast við ukrainar.

Fundurin millum Witkoff og Putin verður eftir ætlan í komandi viku. Møguliga fer versonur Trump, Jared Kushner eisini at luttaka á fundinum.

Tað var í farnu viku, at USA legði fram eitt uppskot til friðaravtalu. Uppskotið innihelt tá fleiri ásetingar, sum vóru torførarar hjá ukrainum at góðtaka, m.a. at Ukraina skal geva Russlandi Donbas-økið og lova ikki at innlima seg í Nato. Eftir fundir millum USA og Ukraina er ætlanin tó broytt nakað.

Amerikanski forsetin hevði upprunaliga givið ukrainum freist til hósdagin at svara uppskotinum, men nú sigur hann, at "freistin er, tá tað er yvirstaðið".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder