Í gjárkvøldið byrjaði Asiarundferðin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Ferðin varar eina lítla viku, og skal Trump hitta fleiri leiðarum í Malisia, Japan og Suðurkorea.
Hósdagin skal Trump m.a. hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping í Suðurkorea, men amerikanski forsetin hugsar eisini um møguleikan at hitta Kim Jong-un, leiðaran í Norðurkorea.
– Tað vildi eg fegin. Um tit vilja spreiða boðskapin, eri eg opin fyri tí, segði Trump umborð á forsetaflogfarinum, Air Force One ávegis til Malaisia.
Trump legði afturat, sambært Ritzau, at hann og Kim høvdu eitt sera gott samband.
Eydnast tað at fáa ein fund í lag millum Trump og Kim verður hetta fyrstu ferð, at teir hittast síðan 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald