
Vápn úr USA eru longu ávegis til Ukraina.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump við journalistar í nátt sambært Ritzau.
Tað var mánadagin, at Trump boðaði frá, at USA fór at senda vápn til verjusamgonguna Nato, sum keypir tey frá USA og síðani letur tey víðari til Ukraina at brúka í krígnum móti Russlandi.
Les eisini: USA letur vápn til Ukraina og hóttir Russland við tolli og revsitiltøkum
Avtalan snýr seg m.a. um amerikanskt framleiddar loftverjurakettir, men Trump greiddi í nátt ikki nærri frá, hvørji vápn talan var um, ella nær tey væmtaðust at koma til Ukraina.
Trump greiddi í nátt eisini frá, at hann ikki hevur tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin, síðan hann á tíðindafundi mánadagin hótti Russland við at seta toll á russiskar vørur og seta fleiri revsitiltøk í verk, um Russland ikki gjørdi eina avtalu um vápnahvíld innan 50 dagar.
Trump segði, eftir at hava tosað við russiska forsetan fyrr í hesum mánaðinum, at hann var vónbrotin av samrøðuni.
Les eisini: Russiskt talsfólk: Hetta er álvarsamt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald