
Hósdagin varð nýggi lógarpakkin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump hevur navngivið "Big Beautiful Bill" (á føroyskum: Stóra vakra lógin) samtyktur í amerikanska Umboðsmannatinginum, eftir at hann í farnu viku varð samtyktur í Senatinum, og í gjárkvøldið varð nýggi lógarpakkin undirskrivaður av amerikanska forsetanum.
Lógarpakkin inniheldur m.a. skattalættar, skerjingar í almennum veitingum og heilsutænastum, og meira fígging til hernaðarútreiðslur.
Farna vikuskifti, tá 940 síður langu lógarpakkin skuldi viðgerast í Senatinum, varð hann lisin upp í Senatinum, og tað tók nærum 16 tímar.
Hóast Republikanarar hava meiriluta í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum, vóru fleiri Republikanarar, sum aftraðu seg við at taka undir við lógarpakkanum, men tað endaði tó við, at hann varð samtyktur.
Í Senatinum atkvøddu 50 fyri, og 50 ímóti, og vórðu boð send eftir varaforsetanum, J.D. Vance, sum hevði avgerandi atkvøðuna.
Í Umboðsmannatinginum atkvøddu 218 limir fyri lógarpakkanum, og 2014 ímóti. Nú forsetin hevur undirskrivað, kann lógin koma í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald