Uttanlands

Trump umrøddur í Epstein-samskifti

Demokratar í amerikanska umboðsfólkatinginum hava í dag almannakunngjørt tyngjandi skjøl fyri Trump forseta

Epstein og Trump (Savnsmynd)

Epstein og Trump (Savnsmynd)

2025-11-12 15:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú deyði kynsbrotsverksmaðurin, Jeffrey Epstein, hevur nevnt Donald Trump, forseta í fleiri privatum teldupostum, sambært demokratunum í eini serligari eftirlitsnevnd í amerikanska umboðsfólkatinginum.

Tað skrivar nevndin í eini fráboðan á heimasíðu síni í dag.

Sambært nevndini eru tekin um, at Trump hevur kent til tey brotsverk, sum Epstein framdi, skrivar CNN.

Talan er um privatar teldupostar sendir frá Jeffrey Epstein til fyrrverandi unnustuna og samstarvsfelagan, Ghislaine Maxwell og til rithøvundan Michael Wolff.

Í fráboðanini kemur fram, at Trump hevur verið í húsinum hjá Epstein saman við einum persóni, sum av nevndini verður sagdur at vera ‘offur fyri brotsverkum Epsteins’. Samskiftið vísir eisini, at Epstein staðfestir, at Trump ‘visti um genturnar’.

Donald Trump sjálvur hevur ikki sent ella fingið nakað av teldubrøvunum, sum eru umfatað í almannakunngerðini, sum demokratarnir hava sent út í dag. Talan er eisini um samskifti, ið fór fram áðrenn Trump gjørdist amerikanskur forseti á fyrsta sinni. Donald Trump er ikki skuldsettur fyri nakað ólóglógligt í sambandi við Epstein ella Maxwell, staðfestir CNN. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder