Ukraina hevði upprunaliga freist til í morgin at góðtaka amerikanska uppskotið til eina friðarætlan, sum varð lagt fram í farnu viku, men nú sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, at eingin greið freist er kortini.
Tað segði hann umborð á amerikanska forsetaflogfarinum, Air Force One í nátt, tá hann varð spurdur av einum journalisti, um freistin framvegis er galdandi.
– Eg havi ikki nakra freist. Vilt tú vita, nær mín freist er? Tá tað er endað, og eg haldi, at øll eru troytt av at stríðast beint nú. Alt ov nógv fólk doyggja, svaraði Trump sambært Ritzau.
Trump hevur áður sagt, at freistin kann verða flutt, um ábendingar eru um verulig framstig í samráðingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald