Uttanlands

Trump tosað við Putin

Í telefonsamrøðuni leygardagin umrøddu teir m.a. støðuna í Miðeystri og kríggið millum Russland og Ukraina

Russiski forsetin, Vladimir Putin tosaði í gjár í telefon við amerikanska forsetan, Donald Trump (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin tosaði í gjár í telefon við amerikanska forsetan, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-06-15 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump tosaði í gjár í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Teir báðir tosaðu saman í 50 minuttir og umrøddu m.a. støðuna í Miðeystri, har Iran og Ísrael síðan fríggjanáttina hava framt álop á hvønnannan, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini sambært Ritzau.

Putin nýtti høvið at fordøma ísraelska álopið á Iran fríggjanáttina.

Umframt støðuna í Miðeystri varð kríggið millum Ukraina og Russland eisini umrøtt.

Putin boðaði í hesum sambandi frá, at hann er til reiðar at halda fram við samráðingunum við Ukraina.

Seinast partarir hittust var í Istanbul 2. juni, har semja varð gjørd um leyslating av krígsfangum og deyðum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder