Uttanlands

Trump til Kina at hitta Xi og Putin

Á skránni verður m.a. kjarnorkuavdubbing og kríggið í Iran.

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-09 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir

Amerikanski forsetin, Donald Trump fer væntandi á fund við kinesiska forsetan, Xi Jinping og russiska forsetan, Vladimir Putin í komandi viku.

Fundurin verður í kinesiska býnum Shenzhen í sambandi við toppfundin hjá APEC, sum er politiskur samstarvsfelagsskapur fyri lond í Asia og Kyrrahavsøkinum.

Teir tríggir fara m.a. at umrøða kríggið í Iran og kjarnorkuavdubbing.

– Tað verður áhugavert, sigur amerikanski forsetin sambært Ritzau.

– Vit hava samskifti um nógv ting, harundir kjarnorkuavdubbing, men eisini fleiri onnur evni. Vit royna eisini at fáa ein enda á krígnum í Iran.

APEC-toppfundurin verður í Shenzhen 18. og 19. november.

Í september boðaði Russland frá einum møguligum fundi millum Trump og Putin í sambandi við APEC-toppfundin, og Trump segði, at hann var opin fyri at hitta bæði Putin og Xi.

Sambært amerikanska miðlinum The Wall Street Journal ætlar Putin at brúka trípartafundin til at umrøða ein enda á krígnum í Ukraina.

Í morgin hittast umboð fyri USA, Russland og Ukraina í Abu Dhabi til samráðingar. Franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Noël Barrot boðaði um vikuskiftið fra, at Evropa eisini verður umboðað.

Les eisini: Evropa umboðað a fundi millum Ukraina, Russland og USA


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder