
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sent boð eftir tjóðarhirðini at taka sær av lógloysinum í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C.
Tjóðarhirðin skal vera við til at endurskapa lóg, ordan og trygd í høvuðsstaðnum.
Hetta merkir, at løgreglan í býnum er tikin av ræði, og verður nú undir sambandseftirliti.
Innan tíðindafundin, sum Trump helt í dag, hevur forsetin sagt, at onki tamarhald er á lógloysinum í Washington D.C.
Borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Muriel Bowser, er ikki samd við forsetanum. Hon vísir aftur, at lógloysið í býnum er vaksandi. Hinvegin eru harðskapsmál á lægsta støði seinastu 30 árini, vísir hon á.
Sambært Reuters hevur Washington D.C. framvegis flest dráp við skotvápnum millum amerikansku býirnar oman fyri 500.000 íbúgvar.
Ætlanin hjá Trump er at senda 800 herfólk frá tjóðarhirðini fyri at venda gongdini.
- Okkurt er uttan tamarhald. Vit taka eina søguliga avgerð fyri at bjarga høvuðsstaðin hjá tjóðini frá lógloysi og blóðbaði. Hetta er ein frælsisdagur fyri D.C. og vit fara at taka okkara høvuðsstað aftur, segði Donald Trump á tíðindafundinum.
Her nevndi hann eisini aðrar býir við líknandi trupulleikum, eitt nú Chicago og Los Angeles.
Uttan fyri Hvítu húsini mótmæltu fólk (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald