Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur lítið um demokratiska valevnið til at gerast borgarstjóri í New York City, Zohran Mamdani.
Valdagur er í USA í dag. Hetta er ikki ein høvuðsvaldagur, men kortini eru fleiri fólkavaldir sessar kring um stóra landið, sum skulu veljast.
Eitt av valunum er at velja borgarstjóra í New York City. Og demokratiska valevnið er ein 34 ára gamal maður av indiskum uppruna, føddur og uppvaksin í Uganda.
Hesin Zorhan Mamdani er ikki serliga væl umtóktur av forsetanum. Fleiri ferðir hevur Donald Trump kallað Mamdani fyri at vera kommunistur, og nú sigur forsetin, at hann ætlar at halda aftur við at stuðla býnum við (føderalum) pengum úr statskassanum, um borgararnir í New York velja Mamdani til forseta.
- Um kommunistiski kandidaturin Zohran Mamdani vinnur valið sum borgarstjóri í New York City, er tað neyvan sannlíkt, at eg fari at stuðla mínum elskaða heimbýi við statsligum pengum út yvir tað mest neyðuga, ið krevst.
- Tí við einum kommunisti á odda hevur hesin einaferð so stóri býurin ongan møguleika fyri at yvirliva, skrivar Trump millum annað á miðlinum Truth Social.
Mamdani kappast um borgarstjórasessin móti tveimum øðrum, republikanska Curtis Sliwa og so Andrew Cuomo, sum fyrr hevur verið demokratiskur guvernørur í statinum New York. Cuomo stillar upp uttanflokka eftir at hann tapti demokratiska undanvalið móti Mamdani.
Sitandi borgarstjórin í New York City, demokraturin Eric Adams, stillar ikki upp aftur, men hann stuðlar uttanflokkavalevninum Andrew Cuomo.
Nýggjastu veljarakanningarnar benda á, at Mamdani stendur til at vinna valið við knøppum helmingi av atkvøðunum. Cuomo stendur til at fáa áleið 30 prosent og Sliwa áleið 20 prosent.
Fleiri onnur val í dag
Borgarstjóraval er í fleiri øðrum amerikanskum býum í dag, eitt nú Atlanta í Georgia, Seattle í Washington, Miami í Florida, Saint Paul í Minnesota og Cleveland í Ohio. Harumframt skulu fleiri umboð til umboðsfólkatingið veljast í dag umframt onnur fólkavald umboð runt um í statum og býum.
Í Virginia er eisini val av nýggjum guvernøri. Republikanarin, Glenn Youngkin, stillar ikki uppaftur. Í dag stendur valið millum tvær kvinnur. Ta littu 61 ára gomlu Winsome Earle-Sears, ið er sitandi varaguvernørur, umboðar republikanska flokkin. Mótvalevnið er 46 ára gamla Abigail Spanberger úr demokratiska flokkinum.
Eisini her geva veljarakanningarnar demokratiska valevninum fyrimun í stríðnum um atkvøðurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald