
Allir partar eru samdir um, at besti mátin at steðga krígnum millum Russland og Ukraina er ein friðaravtala heldur enn ein vápnahvíld, skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump á Truth Social, eftir at hann í gjár hevði fund við russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin.
Hetta var fyrstu ferð síðan 2019, at Trump og Putin hittust andlit til andlits, og Trump skrivar, at fundurin gekk øgiliga væl, og tað gjørdi telefonsamrøðan við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og aðrar evropeiskar leiðarar eisini.
Øll vóru samdu um, at besta loysnin er ein friðaravtala, og ikki bert ein avtala um vápnahvíld, sum ofta ikki verður vird, skrivar Trump sambært Ritzau.
Ein vápnahvíld er ein avtala millum tveir stríðandi partar um fyribils at steðga øllum bardøgum, meðan tað eitt nú verður arbeitt fram ímóti varandi friði, meðan ein friðaravtala er ein avtala um varandi frið, sum markerar endan á einum kríggi.
Trump váttar eisini tíðindini um, at Zelenskyj fer at vitja hann í Washington mánadagin.
Les eisini: Zelenskyj til Washington mánadagin
Um alt gongst væl, verða hareftir lagdar ætlanir um ein nýggjan fund við Putin, skrivar amerikanski forsetin.
Ukrainski forsetin skrivar í dag á X, at Ukraina tekur undir við ætlanini um at hava ein fund, har bæði Russland, Ukraina og USA eru umboðað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald